Vælkomin til Hostel.fo Tað er okkum ein fragd at kunna bjóða tær nógvar góðar gistingarmøguleikar í hugnaliga høvuðsstaði føroyinga; alt eftir hvønn tørv tú hevur sum vitjandi. Veljast kann ímillum gistingarhús, vallaraheim og íbúðir í Bládýpinum. Ella luksusíbúð við gosbað í Tvørgøtu.
Bládýpi og Tvørgøta eru í miðbýnum, har stutt er at spáka til handlar, undirhaldsstøð og almennu tænasturnar. Og Skansin er Yviri við Strond, har útsýnið er frálíkt yvir Nólsoyar fjørð. Teinurin er stuttur út í náttúruna, ella inn í býin.
Vit ynskja at vera til tygara tænasta. Og at hjálpa tygum at gera uppihaldið í Tórshavn minnisvert.
Trivnaðinum og trygdina at frama er Hostel.fo royk- og rúsfrítt umhvørvi. Bílegg beinleiðis her á heimasíðuni, ella ring Bládýpi tel: 500 600 ella tel: 500 606 fyri at fáa leiðbeining. Trýst á leinkjunar í vinstra horni fyri nærri upplýsing um ymsu gistingarstøðini. |