Skansin
Gistingarhús í friðarligum umhvørvi Yviri við Strond við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Sera væl egnað til bæði einstaklingar, pør og smáar familjur. Skansin í Jekaragøtu hevur gistingarhús og tvær íbúðir. Í hesum parti av Havnini ber væl til at hugna sær í náttúrini. Stutt er oman í fjøruna og yvir á Boðanes, har nógv fólk vitja í góðveðrinum. Eisini er gamli Havnar Skansi okkara næsti granni. Og hevur hevur tú hug at mýkja vøddarnar, er Venjingarmiðstøð í somu gøtu. Til ber at matgerða á Skansanum, 200 m eru til næsta handil. Annars er stutt til tað mesta. 300 m eru oman á Farstøðina. Og nakað tað sama til næstu kaffistovu. Vit kunnu bjóða kømur við sjónvarpi og køliskápi. 15 kømur við felags vesi og bað og 4 kømur við egnum vesi og bað. Morgunmatur er við í prísinum.
Sí nærri útgreining av gistingini undir Gistingaryvirlit
Sí fleir myndir úr Skansanum her
Bílegg gisting her
Sí prísir her
Sí kort her |