| |
|
Um okkum Hostel.fo verður rikið á handilsligum grundarlag, men tað er ikki øll orsøkin til góðu undirtøkuna síðan byrjan í 1992. Gisting og samskifti við gestin er nevniliga okkara stóri áhugi. Og harvið drívmegin í øllum virkseminum. Ættarliðsskifti er farið fram í fyrtøkuni, men stevnan er onki broytt. Tað nýggja er at vit seinastu árini hava lagt okkum eftir at menna úrvalið av gistingarmøguleikum; gera virksemið meira fjølbroytt. Harvið fáa vit eisini enn fjølbroyttari vitjan. Og Hostel.fo gerst tí alsamt meira áhugavert og spennandi sum arbeiðspláss. Samstundis setur tað størri krøv til okkum sum vert og veitara. Men starvsfólkini hava valt hetta sum sín lívsstíl. Og tí kunnu vit varveita nærleikan við tann vitjandi. Vit ynska at at her kennist fjálgt og trygt at búgva. Fólk úr øllum heiminum vitja Hostel.fo |
|
|
|
|
Hostel.fo
Bládýpi - Skansin - Tvørgøta. Fjølbroytt gisting á trimum støðum í Havn. |
Vallaraheim, gistingarhús og ein íbúð í mitt í býnum. Her hittast heimsins tjóðir á einum lítlum bletti í Havn. Vallarheimið hevur bíligastu gistingina í høvuðstaðnum.
|
| |
Gistingarhús og tvær íbúðir í vøkrum umhvørvi við forna Havna Skansa. Stutt út í náttúrna og inn í býin. Fitnesssentur næsti grannin. Gott stað við góðum útsýni.
|
| |
Dusa tær í í vælútgjørdu luksusíbúðini í Tvørgøtu fyri rímiligan penga. Tú kanst t.d. slappa av og finna friðin í lekra gosbaðnum. Tveir minuttir at spáka í Steinatún.
|
|